Russland vil ikki verða við í Sveis

- Sveis er ikki uttanveltað land í hesum samanhangi, og er tí ikki hóskandi til friðarsamrøður, sigur russiska uttanríkisráðið.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov.

Í dag sigur russiska uttanríkisráðið, at landið fer ikki at luttaka í ætlaðu friðarsamrøðunum í Sveis, um landið skuldi fingið eina innbjóðing til tess.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

- Sveis er ikki uttanveltað land í hesum samanhangi, og er tí ikki hóskandi til friðarsamrøður, sigur russiska uttanríkisráðið.

Tað var í januar, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði seg vóna, at friðarsamrøður kunnu verða í Sveis til várs.

 

Forsetin vísti á, at ein friðarætlan, sum Ukraina fer at gera saman við samstarvspørtum úr Russlandi, ætlandi verður løgd fram í Sveis.

 

Volodymyr Zelenskyj legði aftrat, at hann ikki ynskir beinleiðis friðarsamrøður við Russland í Sveis.

 

Tað var hin 24. februar fyri tveimum árum síðan, at Russland leyp á Ukraina, og í løtuni bendir einki á, at Russland fer at taka sínar herdeildir úr aftur landinum.

 

 

 

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov.