Støðan í Sýria er spentari enn nakrantíð, aftaná at Russland legði uppí stríðið fyri nøkrum vikum síðani og byrjaði at bumba hernaðarlig mál. Við samtykki frá forsetanum Bashar al-Assad og sýrisku stjórnini, byrjaðu russisk hernaðarflogfør at bumba økir, har islamski felagsskapurin Islamski staturin hevur ræðið. 
Tað gekk ikki leingi áðrenn USA og onnur vesturevropeisk lond, ið frammanundan sjálvi bumbaðu mál hjá IS í Sýria, men uttan loyvi frá stjórnini, ákærdu russar fyri brot á altjóða lóg og fyri at bumba bólkar, ið eru móti sýrisku stjórnini, heldur enn IS.
Russland hevur ikki óvæntað avvíst allar tílíkar ákærir, men spenta støðan minnir ikki sørt um kalda kríggið, tá heimsins stórveldir stríddust fyri sínum egnu áhugamálum í øðrum londum. 
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur upplýst, at Russland dagliga fremur umleið 50 hernaðarlig missiónir í Sýria, men sambært bretska blaðnum The Times, so hava russar nú ætlanir um at økja munandi um tað talið. Ónevndar keldur hjá blaðnum vilja nevniliga verða við, at Russland hevur í hyggju at fremja millum 200 og 300 missiónir um dagin í Sýria, í eini roynd at basa IS einaferð fyri alla. 
Í løtuni nýtir Russland tyrlur, bumbuflogfør, jetflogfør og jagaraflogfør í teirra stríðið móti IS í Sýria. Blaðið veit at siga, at hernaðarlig mál verða vald, við at sýrar fyrst velja nøkur mál, ið russar síðani kanna við dronum. Keldurnar hjá blaðnum upplýsa, at tað kemur fyri, at russar sýta fyri at bumba ymisk støð, so sum moskur og onnur átrúnaðarlig støð, ið kunnu fjala mótstøðufólk.
Tíðindini um, at russar ynskja at økja um teirra hernaðarliga leiklut í Sýria, er ikki eins væl móttikin um allan heim. Bretski verjumálaráðharrin, Michael Fallon, sigur við BBC, at álopini hjá russum hava dripið hundraðtals av óskyldigum, og at russar einans hjálpa Assad at varðveita valdið,
- Tað Russland ger styrkir um stýrið hjá Assad-stjórnini, ið ger at støðan verður uppaftur torføri at loysa. 
Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch talar eisini at, og hevur heitt á altjóða myndugleikar at seta eina kanning í verk, ið kann staðfesta um álopini hjá Russland er í stríð við altjóða lóg.










