Russland vil geva ST atgongd til kjarnorkuverk

Russland vil lata kanningarfólk frá IAEA kanna kjarnorkuverið Zaporizjzja.

 

Økið kring kjarnorkuverkið Zaporizjzja hevur seinastu tíðina verið merkt av hørðum bardøgum. - Foto: Alexander Ermochenko/Reuters

Russland vil sambært egnum útsøgnum gera »alt«, sum »krevst«, fyri at kjarnorkukanningarfólk fáa atgongd til kjarnorkuverkið Zaporizjzja.

Tað sigur talsfólk fyri russiska uttanríkisráðið, Maria Zakharova.

Zaporizjzja er í landssynningspartinum av Ukraina, og allastaðni kring heimin eru fólk stúrin fyri trygdini eftir stríð og bumbingar kring verkið.

Ukrainska og russiska stjórnin eru í hesum sambandi komnar við nógvum ákærum hvør ímóti øðrum.

Kjarnorkukanningarstovnurin hjá ST (IAEA) vil sleppa at kanna verkið alt fyri eitt.

– Í tøttum samstarvið við stovnin og tess leiðarar, vilja vit gera alt, sum krevst, fyri at lata IAEA serfrøðingar fáa atgongd til verkið og geva eina sanna meting av niðurbrótandi gerðunum hjá Ukraina, sigur Maria Zakharova.

Stephane Dujarrick, sum er talsfólk fyri ST aðalskrivaran, hevur boðað frá, at ST hevur logistikkin og trygdina til at stuðla vitjanini hjá IAEA í Zaporizjzja.

Í kvøld eru aftur frásagnir um spreinginar í økinum kring kjarnorkuverkið.

Sambært dpa hevur Vladimir Rogon, sum er í leiðsluni, sum Russland hevur sett í økinum, upplýst, at tað hava verið 25 bumbingar í býnum Energodar, har verkið liggur.

Borgarstjórin í býnum, Dmytro Orlov, hevur eisini boðað frá, at spreingingarnar hoyrast í Energodar.

ST aðalskrivarin, Antonio Guterres, heitt í síðstu viku á partarnar um at steðga øllum bardøgum kring kjarnorkuverkið.

Russiski diplomaturin Mikhail Uljanov var í tí sambandi endurgivin fyri at siga, at tað var arbeitt við, at kjarnorkustovnurin kundi vitja verkið. Hann gjørdi tó greitt. at tað enn eru nakrar forðingar, sum mugu fáast av vegnum.

– Fyri okkum er tað týdningarmesta, at vissa avgjørda trygd fyri altjóða kanningarfólkunum, segði Mikhail Ulyanov við russisku tíðindastvouna Ria Novosti.

Zaporizjzja, sum er størsta kjarnorkuverk í Evropa, hevur verið undir russiskum valdi síðani mars.

Tað eru tó enn ukrainskir tøkningar, sum hava rikið verkið.

Ukraina hevur áður lagt Russland undir at brúka kjarnorkuverkið til at goyma lóður í, eins og at fleiri hundrað russiskir hermenn krógva seg har.

/ritzau/Reuters

 


 

 

Økið kring kjarnorkuverkið Zaporizjzja hevur seinastu tíðina verið merkt av hørðum bardøgum. - Foto: Alexander Ermochenko/Reuters