Russland vendir rakettum ímóti verjuskjøldrinum

Russiska leiðslan umhugsar at snara sínum langtberandi raklettum ímóti teirri ætlaðu amerikonsku rakettverjuni í Eysturevropa

- Tað er ikki óhugsandi, at okkara politiska og hernaðarliga leiðsla fara at taka eina tílíka avgerð, sigur russiski generalurin Nikolaj Solovtsov. Hann er ikki tann fyrsti russiski herovastin, sum hevur nevnt, at Russland fer at taka stig, verður tann amerikanska verjuætlanin í Eysturevropa sett í verk.

USA hevur gjørt av at seta ein part av verjuskipanini upp í Póllandi og Kekkia. Tað hóvar ikki Russlandi, sum vil vera við, at amerikanska ætlanin hóttir russisku trygdina. Russiskir polkitikarar og heryvirmenn hava sagt, at Pólland og Kekkia kunnu vænta at vera russisk álopsmál í framtíðini, um tey hýsa amerikonsku rakettverjuni. Russiski sendiharrin í Hvítarusslandi segði fyri nøkrum døgum síðani, at tað kann hugsast, at Russland fer at flyta flogfør og rakettir til Hvítarusslands og Kaliningrad fyri at verja seg betur ímóti amerikonsku ætlanini.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, fer í morgin til Póllands at tosa við polska uttanríkisráðharran, Radek Sikorski. Upprunaliga skuldi Lavrov fara til Póllands í síðsta mánað, men vitjanin bleiv útsett, tá Pólland og USA skrivaðu undir eina avtalu um at loyva USA at seta 10 verjurakettir upp tætt við polsku eystrasaltsstrondina.