Sambært statsriknu tíðindastovuni RIA váttar russiska verjumálaráðið nú, at stóra missilkrússaraskipið, Moskva, er sokkin.
Reuters, sum endurgevur RIA, veit at siga, at Moskva var størsta krígsskipið í svartahavsflotanum hjá Russlandi.
Ukraina sigur, at krígsskipið mikudagin varð rakt av tveimum ukrainskum Neptun-rakettum, men Russland sigur, at hetta er ikki so.
Russland sigur hinvegin, at eldur hevur verið umborð í skipinum, og at tað nú verður kannað, hvør orsøkin til eldin er.
##med2##
Tíðindastovan Tass endurgevur russiska verjumálaráðið fyri at siga, at missilkrússarin sakk undir sleipi. Tass leggur aftrat, at skipið var í einum illveðri, og orsakað av einum holi í skrokkinum, sum spreingingar vóru orsøkin til, sakk skipið.
Tass endurgevur eisini russiska verjumálaráðið fyri at siga, at tá eldur kom í skipið, kom eldur eisini í spreingievni, sum brast, og tí kom hol í skrokkin.
Tað er ikki váttað av óheftum keldum, um eldurin umborð í Moskva stóðst av ukrainskum rakettum - ella, um eldurin hevði sína orsøk umborð í skipinum.