Tað var eingin ivi í tingsalinum í Moskva, tá russiska tjóðartingið í dag atkvøddi upp eitt uppskot, sum skuldi ávara grannalandið Ukraina ímóti at fara upp í vesturlendsku verjusamgonguna NATO.
435 tinglimir atkvøddu fyri ávaringini. Eingin atkvøddi ímóti. Ein atkvøða var blonk.
-Ætlan okkara er ikki at seta ukrainsku vinum okkara krøv, men vit halda tað vera neyðugt at siga okkara hugsan um ætlanina hjá Ukraina at fara upp í NATO, segði Andrej Kokoshin við AP-tíðindastovuna. Kokoshin er formaður í teirri tingnevndini, ið viðger viðurskiftini ímillum Russland og hini gomlu sovjetlýðveldini.
Ukrainski forsetin, Viktor Justsjenko, er heitur talsmaður fyri limaskapi í NATO, og hann segði herfyri, at vónandi kann landið sleppa upp í verjusamgonguna í 2008. Eitt annað fyrrverandi sovjetlýðveldi, Georgia, hevur somu ætlanir, og Albania, Kroatia og Makedonia fyrireika seg eisini til at senda NATO eina formliga umsókn um limaskap, skrivar AP.










