Russiski herurin ávarar nú NATO ímóti at taka Ukraina og Georgia uppí sum limir Ovastin fyri russisku hermegini, generalurin Jurij Balujevskij, segði í dag, at herurin fer at taka hernaðarlig stig við markini til Georgia og Ukraina, fara tey bæði londini upp í NATO.
-Russland fer at taka stig, sum skulu tryggja landsins áhugamál við markið. Hetta verða ikki bara hernaðarlig stig, men eisini onnur stig, segði generalurin.
NATO-londini útsettu fyri stuttum avgerðina um at fyrireika limaskap til Ukraina og Georgia.










