Russland útvísir 40 sendifólk úr trimum ES londum sum hevnd

Evropisk lond hava tilsamans tveitt 300 starvsfólk á russiskum sendistovum út síðani innrásina í Ukraina.

Mohsen Karimi/AFP/Ritzau Scanpix

Russland hevur í dag víst 15 hollendskum sendifólkum av landinum, eftir at Holland í síðsta mánaði gav 18 russiskum sendifólkum boð um at fara av landinum.

Í ymsum fráboðanum upplýsir russiska uttanríkisráðið í Moskva, at tey vísa 21 belgiskum og fýra eysturríkskum sendifólkum av landinum.

Harvið eru tilsamans 40 sendifólk úr Evropa víst úr Russlandi sum hevnd fyri útvísingarnar frá teimum trimum londunum.

Tey útvístu sendifólkini hava fingið ymsar deadlines fyri at fara av landinum. Til dømis hava tey úr Eysturríki fingið fimm dagar, meðan tey úr Hollandi hava fingið tvær vikur. Tað framgongur ikki9, hví freistirnar eru ymsar.

Evropisk lond hava tilsamans víst yvir 300 starvsfólkum á russiskum sendistovum av landinum síðani russisku innrásina í Ukraina tann 24. februar.

Síðstu vikuna hevur Russlandi hert tiltøkini við at útvísa sendifólkum frá Kekkia, Bulgaria, ES eins og Hollandi og Belgia.

Ritzau hevur verið í sambandi við danska uttanríkisráðið, sum upplýsir, at eingi donsk sendifólk eru víst úr Russlandi.

Russland hevur harumframt kallað sendifólkið hjá Luxemburg til samrøðu. Her er hann ávaraður um, at hann kann vera raktur av hevndartiltøkum frá Russland, eftir at tað lítla ríkið hevur víst russiska sendiharranum av landinum.

Sambært Russlandi eru mongu útvísingarnar av russiskum sendifólkum »grundarleysar«. At Belgia vísir sendifólki av landinum er kallað »provokerandi«. Og avgerðin hjá Luxemburg er kallað »ómotiverað og eitt óvinarligar stig«.

Danmark vísti fyrr í mánaðinum 15 russiskum sendifólkum av landinum. Tey vórðu flogin úr Danmark páskadag.

Teir 15 russararnir hava sambært donsku stjórnini arbeitt undir diplomatiskum skjóli á russisku sendistovuni í Keypmannahavn. Sendistovan hevur 65 starvsfólk, har 30 eru diplomatar.

Tann russiska sendistovan í Keypmannahavn hevur áður kallað donsku ákærurarn um njósning fyri ógrundaðar og sagt, at tey fara at koma við móttiltøkum frá russiskari síðu.

Men donsk sendifólk eru higartil sloppin undan russiskum hevndartiltøkunum.

/ritzau/AFP

 

 

Mohsen Karimi/AFP/Ritzau Scanpix