Russland útihýst frá frælsum ítrótti

Í gjárkvøldið avgjørdi altjóða sambandið fyri frælsum ítrótti at útihýsa russiska limafelagnum.

Mánadagin almannakunngjørdi altjóða felagsskapurin móti doping, WADA, eina gransking, sum vísti umfatandi og skipaða doping og mutur og oyðilegging av 1417 dopingroyndum í Russlandi.

 

Í gjárkvøldið hevði so altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt, IAAF, aðalfund og avgjørdu, at útihýsa russiska limafelagnum. 

- Boðskapurin kann ikki verða greiðari. Hetta hevur verið ein vekjari. Nú er tað upp til Russland at rudda upp. Hetta er harðasta revsingin, vit kunnu geva, sigur forsetin í IAAF, Sebastian Coe, sambært BBC.

 

22 limalond atkvøddu fyri, meðan eitt atkvøddi ímóti avgerðini at útihýsa Russlandi.

 

Avgerðin kemur í gildi beinanvegin og nú skal IAAF saman við WADA gera av, hvat Russland skal gera, fyri at sleppa upp í part aftur.

 

Hetta merkir, at møguliga vera eingir russiskir luttakarar í frælsum ítrótti í OL í Rio komandi ár.