Russland umhugsar at geva USA Edward Snowden fyri at betra um sambandið millum londini, siga amerikanskir tænastumenn við amerikanska miðilin NBC.
Tað eru loynilig skjøl, sum amerikanarar hava fingið hendur á, sum skulu avdúka russisku ætlanirnar.
Edward Snowden hevur livað í útlegd í Russlandi síðani 2013. Hann arbeiddi áður hjá amerikansku trygdartænastuni NSA, men fór í útlegd, eftir at hann almannakunngjørdi, at amerikanskir myndugleikar avlurtaðu fartelefonir og netbankar hjá amerikanskum borgarum.
Hann er skýrdur landasvíkjari av amerikanarum og amerikanski forsetin, Donald Trump, segði undir valstríðnum, at hann hevði uppiborið deyðarevsing fyri gerðir sínar.
Russar avnokta tíðindini úr USA og Edward Snowden sjálvur tykist heldur ikki órógva seg.
- Einki land fer nakrantíð at geva ein njósnara frá sær, tí so fara allir aðrir njósnarar at spyrja seg sjálvar, um teir eru tann næsti, skrivar hann á Twitter.