Russland upplýsir, tað tað í nátt hevur sett ferð á tvey umfatandi álop ímóti hernaðarligum málum í Ukraina.
Verjumálaráðið í Moskva sigur, at tey hava brúkt raktettir, skotherlið og loftverjuskipanir til at raka fleiri hundrað mál ymsa staðni í Ukraina.
Sjey fólk eru deyð av »málrættaðu« russisku álopunum við rakettum ímóti vesturukranska býnum Lviv. Tað upplýsa lokalir myndugleikar. Býurin er nærindis markinum til Póllands.
Guvernørurin á staðnum sigur, at russisku rakettirnar raktur tríggjar goymslubygningar hjá ukrainska herinum, sum stóðu tómur, og eina bensinstøð.
Eisini øki Dnipropetrovsk í eystara parti av Ukraina er raktur av álopum í morgun.
Guvernørurin sigur, at eitt álop í høvuðsbýnum Dnipro hevur skatt samferðslukervið í býnum. Eitt nú jarnbreytirnar í býnum.
Russiskar deildir fóru í nátt inn í býin Kreminna. Hann liggur í økinum Luhansk í eystara partinum av Ukraina. Hann sigst nú verða á russiskum hondum.
– Verjan hjá okkum hevur tikið seg aftur til nýggjar støðu, sigur guvernørurin sambært AFP.
Russiska verjumálaráðið sigur, at hermenn teirra í dag hava lopið á økini Kharkiv, Zaporizjzja, Donetsk og Dnipropetrovsk og havnarbýin Mykolajiv. Russiska flogvápnið hevur lopið á 108 støð, har ukrainskar deildir og vápn hava verið, siga tey.
Men tað var í dag ikki eydnast at berja niður allar ukrainskar deidlir í havnarbýnum Mariupol. Býurin við Azovska Havið hevur verið kringsettur í fleiri vikur. Nógvir bygningar liggja í sori, og fólk hava havt trupult við at flýggja úr býnum.
Ukraina er umleið tvífalt so stórt Bretland. Landið røkkur yvir næstan 1300 kilometrar frá eystri til vestur.
/ritzau/Reuters