Tað er javnan, at Russland, sum hevur hertikið partar av Ukraina, verður álopið úr luftini.
Russiski høvuðsstaðurin er fleiri ferðir raktur, og lopið hevur eisini verið á aðrar býir og økir í Russlandi.
Russiska verjumálaráðið sigur í dag, at Ukraina hevur lopið á ein hernaðarflogvøll í Russlandi.
Álopið, sum var í Novgorod-regiónini, varð framt vð dronu, veit russiska tíðindastovan Ria at siga í dag.
- Eingin hevur latið lív, men eitt hernaðarflogfar er oyðilagt, sigur russiska verjumálaráðið.











