Russland er gingið við til at taka sínar hermenn úr Georgia. Ein fleirtjóða deild skal loysa russisku hermenninar av Russland tekur seg aftur úr Georgia.
Tað segði Dmitrij Medvedev, forseti, eftir ein fund við franska forsetan, Nicolas Sarkozy, í Moskva í dag. Ístaðin fyri skal ES senda 200 eygleiðarar til tey umstríddu økini Suðurossetia og Abkhasia.
Sarkozy segði aftan á fundin við Medvedev, at teir seinastu russisku hermenninir fara úr Georgia innan ein mánað.
Tann 15. oktobur verða so altjóða tingingar í Genéve um Georgia-kreppuna.










