Russland steingir flogvallir í Murmansk

- Tað er vanligt, at Russland setir slík tiltøk í verk, tá ukrainsk dronuálop eru - ella eru væntandi, veit Reuters at siga

 

Í dag veit russiska tíðindastovan Tass at siga, at flogvallirnir í Murmansk og Apatity eru stongdir í dag, og at avmarka flúgving er yvir býunum.

 

Tað er Reuters, sum endurgevur russisku tíðindastovuna.

 

- Tað er vanligt, at Russland setir slík tiltøk í verk, tá ukrainsk dronuálop eru - ella eru væntandi, skrivar Reuters.

 

Russland hevur hernaðarstøð í Murmansk.

 

Í dag veit tíðindastovan AFP eisini at siga, at sivilfólk í Ukraina flýggja úr økjum kring hermótið á Donetsk-leiðini.

 

AFP leggur aftrat, at seinastu tíðina hevur russiski herurin tikið fleiri bygdir og búsetingar á leiðini.