Russland staðfest WTO-limaskapin

Russiski forsetin, Vladimir Putin, skrivaði í dag undir lógina, sum staðfestir, at Russland gerst limur í altjóða handilsfelagsskapinum WTO. Russland er tað 156. limalandið í WTO, og tað tók landinum 18 ár at fáa limaskap í felagsskapinum.

Russiska stjórnin sigur seg vóna, at limaskapurin í WTO fer at seta meiri ferð á russiska búskapin. Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, væntar, at búskaparvøksturin í Russlandi verður 3,3 prosent tey næstu trý árini.

Tað eru ikki allir russar, sum eru so fegnir um limaskapin í WTO. Eitt nú stúra nógvar fyritøkur fyri, at limaskapurin fer at gera tað torførari hjá teimum at kappast við útlendskar vørur.