Russland sleppur ikki luttaka til OL og HM

Altjóða ítróttardómstólurin hevur partvís staðfest dópingdómin hjá Russlandi

Altjóða ítróttardómstólurin, CAS, hevur partvís staðfest dopingdómin hjá Russlandi í altjóða ítrótti. Upprunaliga fingu russisk ítróttarfólk bann í fýra ár frá stórum altjóða ítróttartiltøkum, eftir at týskt sjónvarp avdúkaði umfatandi svik við doping.

Dómaurin er minkaður niður í tvey ár, men russisk ítróttarfólk sleppa ikki at luttaka sum Russland til OL leikirnar í Tokyo og vetrar OL í Bejing. Hartil sleppur russiska manslandsliðið í fótbólti ikki at luttaka í HM 2022 kappingini.

Russlandi kærdi dómin, fyri svik við doping og skjølum í samband við doping. Tó sleppur Russland at luttaka til EM-endaspælið í fótbólti, sum skuldi verða í farna summar, men sum er útsett til komandi summar. Hetta tí EM í fótbólti ikki kemur undir ”stórt altjóða ítróttartiltak”.

Altjóða Antidopingsambandið hevur víst sína ónøgd við, at dómurin er styttur niður í helvt. Dómarin er nú galdandi til 16. desembur 2022. HM 2022 verður avreitt í novembur-desembur í Katar í 2022. Tí røkkur Russland ikki at luttaka til endaspælið.