Russland sleppur ikki at luttaka í Eurovision í ár

Í ár sleppa russar ikki at luttaka í stóru evropisku sangkappingini Eurovisin – Melodi Grand Prix, sum danir kalla tað, eftir at landið hevur gjørt innrás í Ukraina.

 

 

Russland sleppur ikki at luttaka í evropisku sangkappingini, Eurovision.

Tað upplýsir fyrirreikarin handan European Broadcasting Union (EBU), í tíðindaskrivi.

Avgerðin er tikin, eftir at Russland í gjár gjørdi innrás í Ukraina.

Bæði úr Danmark og Noreg hava boðini verið, at landið við Vlademir Putin forseta á odda ikki skal sleppa at luttaka í evropiskar sangkapping í vár.

Russisk luttøka hevði skatt tiltakið, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Finalan verður hildin í Italia, tí italski luttakarin, Måneskin, vann í fjør.

/ritzau/