Russar halda ikki, at vandin fyri hernaðarligum stríði um økið kring Norðpólin er so stórur, sum summi vilja vera við Artur Tjilingarov, sum hevur ábyrgdina av tí russiska politikkinum í póløkinum, sigur við russiskar fjølmiðlar, at einki land fer í kríggj við annað land um rættindi í póløkinum.
Hann sigur, at Russland fer sjálvandi at verja síni búskaparligu áhugamál, men hann sigur seg ikki duga at síggja nakran vanda fyri hernaðarligum átøkum tey næstu nógvu árini.
Russar vilja vera við, at havbotnurin við Norðpólin er beinleiðis framhald av tí russiska landgrunninum, men hesum taka Noreg, Kanada, USA og Danmark ikki undir við.