Fyri norska viðhaldsfólkið í Drammen snýddi tað seg um enn eina EM-veitslu. Og hjá teimum norsku leikaraunum, um at draga enn ein sigur heim, við nýtslu av so fáum kreftum, sum yvirhøvur gjørligt - Hjá øðrum stóð meira uppá spæl.
Teir í EM-høpi, nýggju mótstøðumenninir frá Montenegro kempaðu øðiligt fyri at minka um tapið, og uttanfyri sat russiska bjørnin og vónaði okkurt heilt ørðvísi. Eitt stórt drama var við at taka skap millum Noreg og Montenegro, men í veruleikanum stóðst drama-ið millum Montenegro og Russland.
44 sekundir írestaðu, tá stóra stjørnan hjá Montenegro skoraði til 22-27. Í teirru løtu vóru Montenegro víðari, bert við málmuni, ið var eittans mál betur enn Russland. Tey bæði liðini spældu javnt, tá tey møttust í byrjunarumfarinum á EM-endaspælinum.
Villur rómur
Noreg fekk ein síðsta møguleika til at økja sigurin til seks mál, og harvið senda Russland víðari til miðumfarið. Men tann møguleikan tveittu norðmenn vekk á sera provokerandi hátt, í síðsta dystinum av byrjunarumfarinum.
Í síðstu 11 sekundunum í meiriluta royndu norðmenn ikki avgerandi skot, og fríkastið eftir at tíðin var farin, tveittu teir bara út við síðulinjuna, og tað vakti miklan gleim hjá Montenegrobúgvum, ið hálsfevndu landsmenn sínir og norðmenn í sonnum gleðisrómi.
Montenegro fekk hervið pláss í miðumfarinum, gjøgnum eitt triðja pláss í bólki B, aftanfyri Noreg og Danmark. Munurin var tó ikki so stórur. Montenegro hevði ein málmun, ið var 71-84, meðan russararnir høvdu 74-88, t.e. minus 13 móti minus 14. Hevði Noreg skorað eitt mál afturat, vóru russararnir komnir víðari, við mest skotnum málum.
Noreg, Danmark og Montenegro fara víðari til Miðumfarið, har tey koma at spæla í bólki 1, saman við Kroatia, Póllandi og Kekkia, ið vunnu sær víðari luttøku gjøgnum bólk B. Teir russisku spælararnir kunnu ferðast heim – við stórum sannlíkindum fyri at tað er til soundtrackið av einum longum skeldi frá venjaranum, Maximov.
Skipanin
EM-endaspælið er deilt í fimm høvuðsumfør, og tey eru:
1. Byrjunarumfar
2. Miðumfar
3. Hálvfinalur
4. Plaseringsdystir (5-8)
5. Finalur
Fyrst vórðu liðini deild í fýra bólkar (A,B,C og D), við fýra liðum í hvørjum bólki. Nú tá kappingin er komin til Miðumfarið, eru tað nummar 1, 2 og 3 úr bólkunum A og B, sum skipa Bólk 1, meðan nummar 1, 2 og 3 úr bólkunum C og D, skipa Bólk 2. Í Hálvfinalunum er tað so sjálvandi nummar eitt og tvey, úr hvørjum bólki, ið koma at spæla um plássið í finaluni, ella bronsudystinum. Tey liðini, ið so enda aftanfyri nummar 2 í Miðumfarinum, spæla plaseringsdystir.
Í Miðumfarinum er tað ein fyrimunur at hava staðið seg væl í byrjunarumfarinum, tí tey stigini, liðið hevur vunnið sær móti hinum báðum, ið eisini komu víðari úr bólkinum, hava tey við til Miðumfarið, so til dømis Noreg hevur fýra stig víðari til Miðumfarið, orsakað av at teir vunnu móti bæði Danmark og Montenegro.
Liðið, ið hevur staðið seg nógv best av øllum í byrjunarumfarinum, fær tvey eika stig løgd afturat, og í hesum førinum var tað Kroatia, so teir byrja við seks stigum.
Dystirnir í Miðumfarinum byrja í kvøld, 22. januar, og nevnast kann at norðurlendsku liðini, ið eru við – Danmark, Ísland, Noreg og Svøríki, skulu spæla móti ávíkavist Kroatia, Týsklandi, Póllandi og Ungarn.
Í boks:
Byrjunarumfar, Bólkur A
Lið Dystir Málmunur Stig
D V J T
1. Kroatia 3 3 0 0 91 : 77 14 6
2. Pólland 3 2 0 1 93 : 89 4 4
3. Slovenia 3 1 0 2 85 : 94 -9 2
4. Lýðveldið Kekkia 3 0 0 3 88 : 97 -9 0
Matches
ID Lið Úrslit Dato Detail
1 Kroatia : Pólland 32:27 (14:14) 17.01.2008
2 Slovenia : Kekkia 34:32 (16:14) 17.01.2008
3 Kekkia : Kroatia 26:30 (13:13) 18.01.2008
4 Pólland : Slovenia 33:27 (23:14) 18.01.2008
5 Pólland : Kekkia 33:30 (13:14) 20.01.2008
6 Kroatia : Slovenia 29:24 (16:15) 20.01.2008
Byrjunarumfar, Bólkur B
Lið Dystir Málmunur Stig
D V J T
1. Noreg 3 3 0 0 86 : 69 17 6
2. Danmark 3 2 0 1 89 : 79 10 4
3. Montenegro 3 0 1 2 71 : 84 -13 1
4. Russland 3 0 1 2 74 : 88 -14 1
Dystir
ID Lið Úrslit Dato Detail
7 Danmark : Noreg 26:27 (10:14) 17.01.2008
8 Russland : Montenegro 25:25 (15:16) 17.01.2008
9 Montenegro : Danmark 24:32 (9:18) 18.01.2008
10 Noreg : Russland 32:21 (15:10) 18.01.2008
11 Noreg : Montenegro 27:22 (16:11) 20.01.2008
12 Danmark : Russland 31:28 (18:11) 20.01.2008
Byrjunarumfar, Bólkur C
Lið Dystir Málmunur Stig
D V J T
1. Ungarn 3 2 0 1 90 : 82 8 4
2. Spania 3 2 0 1 94 : 88 6 4
3. Týskland 3 2 0 1 84 : 80 4 4
4. Hvíta Russland 3 0 0 3 83 : 101 -18 0
Dystir
ID Lið Úrslit Dato Detail
13 Spania : Ungarn 28:35 (12:14) 17.01.2008
14 Týskland : H. Russland 34:26 (16:13) 17.01.2008
15 H. Russland : Spania 31:36 (15:18) 19.01.2008
16 Ungarn : Germany 24:28 (12:13) 19.01.2008
17 Ungarn : H. Russland 31:26 (18:16) 20.01.2008
18 Spania : Týskland 30:22 (12:12) 20.01.2008
Byrjunarumfar, Bólkur D
Lið Dystir Málmunur Stig
D V J T
1. Frakland 3 3 0 0 90 : 76 14 6
2. Svøríki 3 2 0 1 89 : 72 17 4
3. Ísland 3 1 0 2 68 : 76 -8 2
4. Slovakia 3 0 0 3 78 : 101 -23 0
Dystir
ID Lið Úrslit Dato Detail
19 Frakland : Slovakia 32:31 (20:18) 17.01.2008
20 Ísland : Svøríki 19:24 (9:11) 17.01.2008
21 Svøríki : Frakland 24:28 (13:18) 19.01.2008
22 Slovakia : Ísland 22:28 (5:16) 19.01.2008
23 Slovakia : Svøríki 25:41 (12:20) 20.01.2008
24 Frakland : Ísland 30:21 (17:8) 20.01.2008
Miðumfar, Bólkur I
Lið Dystir Málmunur Stig
D V J T
1. Kroatia 2 2 0 0 93 : 78 15 6
2. Noreg 2 2 0 0 54 : 48 6 4
3. Pólland 2 1 0 1 87 : 91 -4 2
4. Danmark 2 1 0 1 58 : 51 7 2
5. Slovenia 2 0 0 2 51 : 62 -11 0
6. Montenegro 2 0 0 2 46 : 59 -13 0
Dystir
ID Lið Úrslit Dato Detail
1 Kroatia : Pólland 32:27 (14:14) 17.01.2008
4 Pólland : Slovenia 33:27 (23:14) 18.01.2008
6 Kroatia : Slovenia 29:24 (16:15) 20.01.2008
7 Danmark : Noreg 26:27 (10:14) 17.01.2008
9 Montenegro : Danmark 24:32 (9:18) 18.01.2008
11 Noreg : Montenegro 27:22 (16:11) 20.01.2008
25 Kroatia : Montenegro 23.01.2008
26 Danmark : Slovenia 24.01.2008
27 Noreg : Poland 22.01.2008
28 Denmark : Croatia 22.01.2008
29 Slovenia : Norway 23.01.2008
30 Montenegro : Poland 24.01.2008
31 Croatia : Norway 24.01.2008
32 Poland : Denmark 23.01.2008
33 Slovenia : Montenegro 22.01.2008
Miðumfar, Bólkur II
Lið Dystir Málmunur Stig
D V J T
1. Frakland 2 2 0 0 58 : 45 13 4
2. Ungarn 2 1 0 1 59 : 56 3 2
3. Spania 2 1 0 1 58 : 57 1 2
4. Svøríki 2 1 0 1 48 : 47 1 2
5. Týskland 2 1 0 1 50 : 54 -4 2
6. Ísland 2 0 0 2 40 : 54 -14 0
Dystir
ID Lið Úrslit Dato Detail
13 Spania : Ungarn 28:35 (12:14) 17.01.2008
16 Ungarn : Týskland 24:28 (12:13) 19.01.2008
18 Spania : Týskland 30:22 (12:12) 20.01.2008
20 Ísland : Svøríki 19:24 (9:11) 17.01.2008
21 Svøríki : Frakland 24:28 (13:18) 19.01.2008
24 Frakland : Ísland 30:21 (17:8) 20.01.2008
34 Ungarn : Ísland 23.01.2008
35 Svøríki : Týskland 24.01.2008
36 Frakland : Spania 22.01.2008
37 Svøríki : Ungarn 22.01.2008
38 Týskland : Frakland 23.01.2008
39 Ísland : Spania 24.01.2008
40 Ungarn : Frakland 24.01.2008
41 Spania : Svøríki 23.01.2008
42 Týskland : Ísland 22.01.2008