Í nátt leyp Russland á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv við ballistiskum rakettum. Hernaðarumsitingin í Kyiv sigur, at hetta er triðja álopið á høvuðsstaðin henda mánaðin.
Loftverjuskipanir í og kring Kyiv vórðu aktiveraðar, og fyribils upplýsingar siga, at allar rakettirnar móti høvuðsstaðnum vórðu skotnar niður, tá tær nærkaðust býnum.
- Hetta er triðja ballistiska álopið á høvuðsstaðin í august - við júst seks døgum millum hvørt álopið, sigur Serhij Popko á Telegram.
Serhij Popko, sum er leiðari fyri hernaðarumsitingina í ukrainska høvuðsstaðnum, sigur, at mangt bendir á, at russar brúktu norðurkoreanskar rakettir í álopinum í nátt.
Hann leggur aftrat, at ukrainska loftverjan eisini oyðilegði fleiri dronur, sum russar sendu móti høvuðsstaðnum.
Reuters veit ikki at siga, hvussu umfatandi russiska álopið var í nátt, og Serhij Popko heldur ikki, at álopið elvdi til menniskjansligar ella materiellar skaðar í Kyiv.