Russland reyðlistar alifyritøkur í Chili

Tað eru í løtuni fleiri alifyritøkur í Chili, sum ikki sleppa at selja laks á russiska marknaðinum.

 

Alifyritøkan Mowi í Chili er sett á reyðlista hjá russisku matvørumyndugleikunum, og tískil sleppur felagið ikki at selja chilenskan laks á tí stóra russiska marknaðinum. Umframt Mowi, eru eisini onnur feløg í Chili reyðlistað á russiska marknaðinum.

Tað skrivar heimasíðan - Undercurrent News.

Sagt verður, at tað var fríggjadagin, at Mowi í Chili varð sett á reyða listan hjá Rosselkhoznadzor, sum er matvørumyndugleikin á hesum øki í Russlandi.

Hini feløgini í Chili, sum eisini eru reyðlistað í seinastuni, eru eitt nú Salmones Aysen og Cultivos Yadran.

Sambært Undercurrent News vísa russisk innflutningshagtøl, at Mowi í Chili stóð fyri 20 prosentum av chilensku søluni av laksi á russiska marknaðinum í 2019.

Kyst.no skrivar, at áður á listanum av chilenskum fyritøkum, sum ikki sleppa at selja laks á russiska marknaðinum, eru alibrúk, sum eitt nú Cermaq Chile, Nova Austral og Productos del Mar Ventisqueros eiga.

- Men, eisini alibrúk, sum Chiles Multiexport Foods og Alimentos Multiexport eiga, endaðu á reyða listanum hjá Rosselkhoznadzor í Russlandi seint í fjør, leggur www.kyst.no aftrat.

Um dagarnar frættist eisini, at heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi hava reyðlistað Bakkafrost. Tað merkir, at felagið á Glyvrum í løtuni heldur ikki kann selja sínar laksavørur á russiska marknaðinum.