Valdimir Putin og Julia Timosjenko samdust í dag um prísin fyri gass, sum Russland veitir til Ukraine, skrivar Ritzau. Ukraine og Russland samdust í dag um gassprísin, avtalan inniber, at Ukraine stigvíst skal gjalda meira fyri gass úr Russlandi tey trý komandi árini og til endans skal gjalda marknaðarprís fyri veitingina.
Tað varð almannakunngjørt eftir fundin millum Valdimir Putin úr Ruslandi og Julia Timosjenko úr Ukraina.
Teir gjørdu eitt útkast til semju millum tað russiska felagið Gazprom og tað ukrainska felagið Naftogaz, fundurin var í bústaðinum hjá Putin, sum liggur uttanfyri Moskva.
Londini hava verið ósamd um prísin, Russland hevur tí minkað um gass-nøgdina, sum teir hava veitt til Ukraine, tað hevur viðført nógvar trupulleikar í Ukraine, tí ukrainar nýta nógv gass.
Timosjenko segði undan fundinum, at Ukraine við eini langtíðaravtalu varð ført fyri at gjalda marknaðarprís fyri russiskt gass.