Russland og Kina felags hernaðarvenjing

Herflotadeildir hjá Russlandi og Kina fóru í dag undir eina felags venjing í Gula Havinum, og eftir ætlanini skal venjingin vara seks dagar.

Kinesiskir talsmenn siga, at endamálið við venjingini er at eggja til frið og støðug viðurskifti í Gula Havinum. Í venjingini eru 16 kinesisk herskip og tveir kavbátar saman við fýra russiskum herskipum. Sambært teimum kinesisku talsmonnunum verður dentur lagdur á, hvussu herskip skulu verja seg ímóti loftálopum, men leiting og bjarging er eisini ein partur av venjingini, siga teir.

Hetta er fjórðu ferð síðani 2005, at Russland og Kina hava felags hernaðarvenjing, men onkuntíð hevur tað verið saman við øðrum londum.