Ein russisk fregnartænasta heldur, at Ukraina fekk hjálp frá bæði USA, Bretlandi og Póllandi til at leggja ætlanir fyri teirra nýggjaru innrás í russiska økið Kursk.
Tað skrivar russiska miðilin Izvestija, sum endurgevur eina keldu í SVR, sum er ein russisk fregnartænasta, sum arbeiðir við útlendskum fregnartænastum.
- Innrásin hjá herdeildini í Ukraina í Kursk-økið varð fyrireikað við luttøku av amerikanskum, bretskum og pólskum fregnartænastum, endurgevur Izvestija russisku fregnartænastuna SVR fyri at siga.
- Herdeildirnar, sum eru partur av innrásini, vóru stríðssamskipaðar í venjingarmiðstøðum í Bretlandi og Týsklandi, stendur víðari.
SVR boðar Izvestija frá, at tað hevur "álítandi upplýsingar", men veitir ikki blaðnum prógv fyri pástandinum.
Ukrainska álopið í Kursk byrjaði fyrst í august.
Eitt av málunum er at gera "eitt buffaraøki" á russiskum øki, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyi, sunnudagin.
Ukraina hevur sagt um Kursk-álopið, at tað vil ikki yvirtaka russiskt land endaliga.
Men Zelenskyj hevur áður nevnt økini í Kursk sum ein "umbýtingargrunn". Hann hevur soleiðis víst á, at tey kunnu takast við sum partur av einum komandi býti.
Russland hevur sagt, at eitt og hvørt slag av friðarsamráðingum skal hava við sær, at Ukraina gevur upp land, sum svarar til umleið ein fimtapart av samlaða ukrainska økinum.
Talan er um økini Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizjja umframt Krimhálvoynna. Russland hevur hertikið stórar partar av teimum økjunum og hildið fólkaatkvøður um at taka økini upp í Russland.
Fólkaatkvøður verða í vesturheiminum sagdar at vera ógildugar og ólógligar.
Ukraina hevur sagt seg vera klárt til samráðingar, um fullveldið hjá Ukraina verður virt.
/ritzau/Reuters