Russland mist nógvar hernaðarligar dronur

- Sannlíkt er, at avmarkaða atgongdin hjá russum til nýggjar dronur ger tað truplari at hava yvirlit yvir russisk hernaðarlig átøk.

Sambært seinastu dagføringini hjá bretsku fregnartænastuni hevur Russland mist nógvar hernaðarligar dronur í krígnum í Ukraina.

 

Seinastu árini hevur landið annars í størri mun brúkt dronur til at finna bumbumál.

 

- Sannlíkt er, at avmarkaða atgongdin hjá russum til nýggjar dronur hugsandi ger tað truplari at hava yvirlit yvir russisk hernaðarlig átøk.

 

Bretska fregnartænastan vísir eisini til útsagnir hjá ukrainsku verjuni.

 

Útsagnirnar siga, at í miðal hava bert 27 dronur um dagin verið sæddar yvir Kherson-regiónini í eystara parti av Ukraina í september.

 

Til samanberingar vóru 50 dronur at síggja yvir sama øki um dagin í august.