Russisku herliðini hava møtt harðari mótstøðu í Ukraina, og líkt er til, at Russland hevur slept ætlanini at taka ukrainska høvuðsstaðin, Kiev.

Russland: Málið er ikki stjórnarskifti í Ukraina

- Russisku herliðini hava møtt harðari mótstøðu í Ukraina, og líkt er til, at Russland hevur slept royndini at taka ukrainska høvuðsstaðin, Kiev.

 

Russisku herliðini hava møtt harðari mótstøðu í Ukraina, og líkt er til, at Russland hevur slept ætlanini at taka ukrainska høvuðsstaðin, Kiev.

Skrivarin í russiska trygdarráðnum, Nikolaj Patrusjev, sigur, at málið hjá Russlandi í Ukraina er ikki at trýsta eitt stjórnarskifti ígjøgnum í landinum.

 

Tað veit Reuters at siga, sum endurgevur russisku tíðindastovuna, Interfax.

 

Fleiri serfrøðingar og har ímillum eisini amerikansk fregnartænasta hava hildið upp á, at russiska innrásin í Ukraina hevur til endamáls at koppa sitandi stjórn í Ukraina, soleiðis at landið fær eina nýggja stjórn, sum er Russlands-vinarlig.

 

Russisku herliðini hava møtt harðari mótstøðu í Ukraina, og líkt er til, at Russland hevur slept royndini at taka ukrainska høvuðsstaðin, Kiev.

 

Sambært høgtstandandi russiska herovastanum, Sergej Rudskoj, er høvuðsmálið at fáa eftirlit við allari Donbas-regiónini har eysturi í landinum, og tað er her, at býirnir,  Donetsk og Luhansk liggja.

 

Eitt av krøvunum hjá Russlandi er, at stjórnin í Kiev viðurkennur regiónirnar, Donetsk og Luhansk, sum sjálvstøðugar, umframt at Krim-hálvoyggin, sum Russland tók í 2014, er ein partur av Russlandi.

 

 

 

Russisku herliðini hava møtt harðari mótstøðu í Ukraina, og líkt er til, at Russland hevur slept ætlanini at taka ukrainska høvuðsstaðin, Kiev.