Russland ímóti NATO-rakettum í Turkalandi

Russland er ímóti, at Turkaland fær hjálp frá NATO til at seta loftverjurakettir fram við markinum við Sýrialand. Tað segði ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í Moskva í dag.

Turkiska stjórnin hevur biðið NATO seta loftverjurakettir av slagnum Patriot fram við sýriska markinum fyri at forða fyri, at rakettir úr Sýrialandi skulu raka mál turkisku megin markið.

-Eitt tílíkt tiltak er ikki mennandi fyri trygdina í økinum, tí øll hernaðardubbing á markinum millum tey bæði londini er ørkymlandi, segði russiski talsmaðurin Aleksander Lukasjevitsj.

Undir borgarakrígnum í Sýrialandi eru fleiri sýriskar rakettir endaðar í Turkalandi. NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, hevur lovað turkisku stjórnini, at hon skal fáa svar skjótt um rakettirnar.