Russland leggur Ukraina undir at hava framt dronuálop á Krem í nátt. Tað skrivar russiska ríkistíðindastovan RIA sambært Reuters.
Russiski forsetin Vladimir Putin fekk sambært RIA ikki skaða í sambandi við álopið.
Russland metir álopið sum eina tilætlaða yvirgangsatsókn og tilskila sær rættin at hevna álopið, verður sagt úr Russlandi sambært tíðindastovuni.
– Vit meta tað sum eina ætlaða yvirgangsatsókn og eitt álop á forsetabústaðin, verður sagt úr stjórnini.
Ukraina noktar í dag at standa aftanfyri ella hava nakað at gera við dronuálopið. Tað sigur ein ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
##med2##
Sambært ráðgevanum kunnu russisku skuldsetingarnar um, at Ukraina hevur framt dronuálopið, vera tekin um, at Russland fyrireikar eitt størri álop ímóti Ukraina komandi dagarnar.
Tær báðar dronurnar skulu sambært russisku stjórnini hava verið rættaðar ímóti bústaðnum hjá Putin í russiska valdsmiðdeplinum.
Dronurnar vóru, áðrenn tær raktu málið, beittar av kós av russisku verjuni.
##med3##
– Tvey óvápnað loftfør høvdu kós ímóti Kreml. Við nærlagni fekk russiski herurin við nýtslu av radaraskipanum gjørt dronurnar óvirknar, sigur russiskar stjórnin.
Russiskir miðlar vísa sambært Reuters eina video, har hvítur royk sæst upp úr Kreml. Reuters hevur ikki fingið váttað, um video'in er ektað.
Borgastjórin í Moskva, Sergei Sobyanin, hevur í dag sett bráðfeingis bann ímóti allari flúgving við ikki góðkendum dronum.
Russland hevur síggjan tað byrjaði kríggið fleiri ferðir ákært Ukraina fyri at leypa á mál í Russlandi.
Herundir legði Russland í desember Ukraina undir at hava lopið á eina loftstøð í Russlandi, sum hýsir bumbuflogførum útgjørd við kjarnorkuvápnum.
/ritzau/
##med4##












