Russland kann kvetta við NATO og hóttir Moldova

- Vit hava fyrireikað okkum til at taka ta avgerð, sum verður neyðug, segði russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, eftir ein fund við russiska NATO-sendimannin, Dmitrij Rogozin, í gjár

Russiski forsetin segði, at spenningurin millum Russland og NATO-londini kann enda við, at Moskva kennir seg noytt til at kvetta alt samband við NATO. Hann segði, at tað verður ikki lætt at taka eina tílíka avgerð, men hann legði afturat, at sambandið við NATO er viknað munandi orsakað av ósemjuni um tað, sum hendi í Suðurossetia.

Í gjár hitti Dmiotrij Medvedev forsetan í Moldova, Vladimir Voronin, og sambært russiskum keldum nýtti Medvedev høvi til at ávara Moldova ímóti at brúka hermegi ímóti einum landsluti, sum vil sleppa úr ríkinum, eins og Georgia gjørdi í Suðurossetia. Russiski forsetin sipaði við hesum til moldoviska landslutin Transdnjestr, sum vil sleppa at leggja saman við Russlandi.

-Tað er rætt av okkum at tosa um støðuna í Transdnjestr longu nú, og eg haldi, at vit hava góðar møguleikar at loysa knútin, segði Dmitrij Medvedev aftan á fundin við moldoviska forsetan.