Russland hóttir við heimsumfatandi vanlukku

Sameindir hjá Vladimir Putin í Russlandi, Vyacheslav Volodin og Dmitry Medvedev, hótta við einari heimsumfatandi vanlukku, um ukrainar við framkomnum vápnum úr vesturheiminum fara at megna at taka hersettu økini aftur frá Russlandi.

Limur í russiska trygdarráðnum og leiðarin fyri russiska parlamentinum, ávikavist Dmitry Medvedev og Vyacheslav Volodin, hava nú báðir hótt við kjarnorkuvápnum.

 

Tað veit Reuters at siga í dag, og tað er eitt nú norska kringvarpið NRK, sum endurgevur hesi tíðindi, samstundis sum NRK eisini hevur skift orð við russlandserfrøðing um úttalilsini hjá russum.

 

Vyacheslav Volodin sigur, at veitingar við álopsvápnum til stjórnina í Kyiv fara at føra til eina heimsumfatandi vanlukku.

 

Hann vísir á, at um Washington og Nato-lond fara at lata Ukraina vápn í royndini at vinna hertikin landaøki aftur frá Russlandi, soleiðis sum hótt verður við, fer Russland at brúka enn máttmiklari vápn.

 

Politikarin og leiðarin fyri russiska tjóðartinginum, Vyacheslav Volodin, hóttir við, at Russland kann brúka kjarnorkuvápn, um ukrainar taka aftur "russisk øki", sum hann málber seg. 

 

Russland hevur nevniliga lýst fýra ukrainskar landslutir, umframt Krim-hálvoynna, sum partar av Russlandi.

 

- Grundgevingarnar um, at eitt kjarnorkuveldi ongantíð áður hevur brúkt hópoyðileggingarvápn í kríggi móti einum grannalandi, fara ikki at halda, leggur Vyacheslav Volodin aftrat.

 

Soleiðis hava nú bæði, Dmitry Medvedev og Vyacheslav Volodin, hótt við kjarnorkuvápnum.

 

- Kjarnorkuveldi hava ikki áður verið fyri somu hóttan móti sínum fólki og landaøki, sigur leiðarin fyri russiska tjóðartinginum.

 

Vyacheslav Volodin kemur við sínum hóttanum bert tríggjar dagar eftir, at fyrrverandi russiski forsetin og núverandi limurin í russiska trygdarráðnum, Dimitrij Medvedev, segði á leið tað sama.

 

- At vinna á einum kjarnorkuveldi í einum konventionellum kríggi kann útloysa ein kjarnorkubardaga, segði Dmitry Medvedev í vikuni, og her sipaði hann sjálvsagt til, um Ukraina vinnur á Russlandi.

 

##med2##

 

Granskarin og russlandsserfrøðingurin, Jakub Godzimirski, sum starvast á norska Nupi-stovninum, sigur í dag við NRK, at russar stúra fyri, at vápnahjálpin úr vesturheiminum fer at gera tað møguligt hjá Ukraina at taka aftur landaøkini, sum Russland hevur tikið.

 

Russland vil eftir øllum at døma ikki taka seg aftur úr hersettu økjunum við góðum. 

 

Jakub Godzimirski heldur, at skal friður fáast í lag millum Russland og Ukraina, noyðist Russland at taka seg úr aftur hersettu økjunum - ella mugu russisku herdeildirnar verða riknar úr hersettu økjunum. 

 

- Tað er hetta síðsta, sum russisku leiðararnir stúra fyri, og tí royna teir nú at ræða vesturheimin frá at veita Ukraina framkomnar vápnaskipanir.

 

Russlandsserfrøðingurin, sum starvast hjá Nupi, Jakub Godzimirski, leggur aftrat, at russar eru so ofta áður komnir við slíkum hóttanum, og tí eru tað mong, ið taka hesar hóttanir sum tómar.

 

 

 

Vyacheslav Volodin, Dmitry Medvedev og Vladimir Putin.