Russland hóttir vesturheimin við avleiðingum

Tað er ikki fallið í góða jørð í Russlandi, at USA ætlar at leggja hald á russisk virðir og ognir í USA og geva tær til Ukraina.

Russland hóttir nú vesturheimin við álvarsligum avleiðingum, um russiskar ognir og virðir í USA verða tikin.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga.

 

Eftir at Russland leyp á Ukraina í februar fyri tveimum árum síðan, hava USA og tess sameindu fryst russisk virði fyri umleið 300 milliardir dollarar.

 

Nú vilja amerikanskir toppolitikarar leggja hald á hesar ognir og geva tær til Ukraina.

 

Í gjár fekk Biden-umsitingin grønt ljós frá umboðsmannatinginum til hesar ætlanir.

 

Hetta er ikki fallið í góða jørð í Russlandi, sum nú ávarar vesturheimin við endaleysum løgfrøðisligum avleiðingum.

 

Talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, sigur, at Russland ongantíð fer at geva frá sær ukrainskt øki fyri russisk virðir í USA.

 

Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, sigur, at tað framvegis er nógvur kapitalur úr vesturheiminum í Russlandi.

 

- Nú kunnu hesi virðir gerast eitt mál, um USA ger álvara av at leggja hald á russiskar ognir, leggur Dmitrij Peskov aftrat.