Heri Hjalt Mohr spældi fyrr í dag allan dystin fyri Strømmen IF, ið vann 2-0 á Stjørdals Blink í dysti á heimavølli í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Mathias Sundberg gjørdist stóra hetjan hjá Strømmen við at skjóta bæði málini. Tað fyrra í sjeynda minutti, og tað seinna tá 63 minuttir vóru leiktir.
Tað er háspenningur í bólki 2 í triðbestu deildini, har bara liðið sum endar ovast flytur beinleiðis upp í næstbestu deildina.
Strømmen er eitt av fimm liðum, ið hevur 13 stig í oddinum aftaná seks leiktar dystir. Í skrivandi stund er Strømmen næstfremst í deildini.
##med2##
(Soccerstand.com)
2. hvítusunnudag, mánadagin 20. mai spælir Strømmen á útivølli móti Skeid Oslo, ið er millum tey fimm liðini sum hava 13 stig í oddinum av deildini.












