Russland hevur tikið tamarhaldið á luti hjá Carlsberg í bryggjaríi

Russiski staturin hevur tikið tamarhaldið yvir partinum hjá danska Carlsberg í russiska bryggjarínum Baltika Breweries.

 

Tað sæst í einum dekret (boðskrivi), sum Vladimir Putin skrivaði undir í gjár. Tað skrivar Reuters.

Carlsberg boðaði í juni frá, at ein avtala um at selja partin hjá felagnum í russiska bryggjarínum var undirskrivað. Russiski handilin hjá Carlsberg er undir navninum Baltika Breweries og  fevnir um átta bryggjarí og 8.400 starvsfólk.

Tað ljóðaði eisini, at handilin var treytaður av, at neyðugu loyvini komu í hús. Tí kundi Carlsberg ikki upplýsa, nær handilin var endaliga framdur.

Tað eru ongar upplýsingar um, hvørt seinasta gongdin hevur nakran týdning fyri handilin.

Í dekretinum í gjár stendur sambært Reuters, at parturin hjá Carlsberg í Baltika Breweries fyribils verður undir eftirliti av statinum.

Ein stovnur undir stjórnini tekur yvir leiðsluna, verður sagt. 

/ritzau/