Norska fregnartænastan sigur, at Russland hevur mist fleiri enn 600.000 herfólk í krígnum í Ukraina.
Uppi í talinum eru herfólk, sum eru deyð í krígnum, umframt løstað, krígsfangar og herfólk, sum eru saknað.
- Av hesum eru 200.000 russisk herfólk, sum antin eru deyð ella eru so mikið illa løstað, at tey venda ikki aftur til kríggið.
Tað sigur leiðarin fyri norsku fregnartænastuni, Nils Andreas Stensønes, við norska kringvarpið, NRK.
- Kríggið hevur verið ógvuliga dýrabart fyri Russland, serliga í menniskjansligum líðingum.
Nils Andreas Stensønes hevur verið norskur hernaðarleiðari, og hann stóð á odda fyri norska herflotanum árini 2017 til 2020.
Síðan september í 2020 hevur hann verið fregnartænastuleiðari í Noregi.