Russland hevur fingið bann

Eingin íðkari sleppur at umboða Russland í frælsum ítrótti til OL í Rio

Tá OL í Rio de Janeiro byrjar um gott og væl tvær vikur, verður tað uttan luttøku frá Russlandi tá tað kemur til frælsan ítrótt.

 

Tað skuldu annars vera 68 íðkandi sum skuldu umboða Russland í frælsum ítrótti til OL í summar, men tey mugu øll halda seg heima í Russlandi.

 

Orsøkin til at tey íðkandi hava fingið forboð til at luttaka er, at Russland er undir illgruna fyri tilvitað at hjálpa íðkarunum við at dopa seg. Tað verður mett at russisku íðkararnir bæði verða stuðlaðir og hjálptir av myndugleikunum í landinum  fyri at dopa seg.

 

Tað var longu 26. november í fjør, at teir russisku íðkararnir á fyrsta sinni vóru bannaðir av IAAF, og í dag hevur CAS, sum er dómstólurin fyri íðkandi ítróttarfólk, givið IAAF viðhald í, at tað er tann rætta avgerðin.

 

Ein einkultur russiskur íðkari sleppur tó at luttaka. Tað er 800-metra rennarin, Yulia Stepanova, sum var tann fyrsta sum avdúkaði hvussu Russland snýtti seg við at dopa íðkandi. Hon umboðar tó ikki Russland, men stillar upp undir neutralum flaggið.

 

Hóast CAS í dag hevur givið Russlandi forboð fyri at luttaka í fræslum ítrótti, skal málið ígjøgnum eina nevnd afturat. Altjóða olympiska nevndin hevur evstavald, og skal sostatt koma við einari endaligari niðurstøðu. Men tað er fyrr mett, at altjóða olympiska nevndin fer at koma fram til sama úrskurð sum CAS kom fram til.