Russland herðir álopini í Ukraina

Russland hevur lopið á fleiri stórbýir í Ukraina í nátt, og ávaringarlúðrar hava ljóðað um stórar partar av landinum.

 

Ukrainskir hermenn á hermótinum í Bakhmut í Donetsk-regiónini, har sagt verður frá hørðum bardøgum.

- Tað er stórur vandi fyri rakettálopum. Tí heiti eg á fólk um ikki at latast sum einki, tá ávaringarlúður ljóðar. 

Tað sigur leiðarin fyri ukrainsku hernaðarumsitingina, Serhij Popko, sambært Reuters.

Borgarstjórin í næst størsta býi landsins, Kharkiv, sum kallast Oleh Syniehubov, váttar, at russar leypa á regiónina.

Sambært borgarstjóranum eru álopini vend móti undirstøðukervinum í landinum, streymi, hita og vatnveitingum. 

Reuters veit at siga, at myndir og video eru at síggja á sosialu miðlunum av bygningum í Kharkiv sum brenna. 

Tíðindastovan AP veit at siga, at eisini í Zaporizjzja-regiónini eru fleiri fráboðanir komnar um rakettálop.

- Eisini her eru álopini vend móti undirstøðukervinum í økinum, verður sagt.

Virkandi borgarstjórin í Zaporizjzja, Anatoly Kurtev, sigur, at 17 rakettir hava rakt býin í ein tíma, og hetta er størsta tal, síðan Russland leyp á hin 24. februar í fjør.

Hósnáttina byrjaði Russland stórálop har eysturi í Ukraina, og lopið hevur verið á fleiri staðni.

Ukrainskir myndugleikar hava sagt, at teir hava steðgað fleiri av álopunum á ymisku hermótunum, eitt nú í býunum, Bakhmut, Avdiivka og Marinka í Donetsk.

Tað eru fleiri serfrøðingar, sum ivast í, um russiski herurin fer at megna at venda krígnum í Ukraina til sigurs.

 

Ukrainskir hermenn á hermótinum í Bakhmut í Donetsk-regiónini, har sagt verður frá hørðum bardøgum.