Fundur er í ST-trygdarráðnum í dag, og her hevur russiska umboðið, Vasilij Nebenzia, givið ilt av sær og hevur lagt vesturheimin undir at spjaða "anti-russiska" propaganda og lygnir um Russland.
Í dag hevur russiska krígsførslan í Ukraina enn einaferð verið til umrøðu, og í kvøld fer ST-trygdarráðið eisini at umrøða støðuna í Gaza.
USA hevur sagt seg hava prógv fyri, at Norðurkorea hevur latið Russlandi rakettir til krígsførsluna í Ukraina, og saman við USA hava sjey lond fordømt, at Norðurkorea letur Russlandi vápn.
- USA spjaðir skeivar upplýsingar um, at Russland hevur brúkt norðurkoreanskar rakettir móti Ukraina, segði russiski ST-umboðsmaðurin, Vasilij Nebenzia, á fundinum í dag.
Russiski umboðsmaðurin gav ilt av sær í trygdarráðnum og gjørdi greitt, at Russland ongar ætlanir hevur um at gevast við álopunum á Ukraina.
- Vit fara at halda fram við álopunum á hernaðarlig mál í Ukraina, eins og vit fara at leypa á hernaðarliga og sivila undirstøðukervið í landinum, segði Vasilij Nebenzia.
Í Kreml hava tey higartil ikki viljað gjørt viðmerkingar til amerikansku skuldsetingarnar um, at Russland brúkar norðurkoreanskar rakettir í álopunum á Ukraina.
Herfyri gjørdu amerikanskir myndugleikar vart við, at USA hevur prógv fyri, at Russland brúkar norðurkoreanskar rakettir, og hetta hava ukrainskir myndugleikar eisini váttað.
Tá talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, herfyri varð spurdur um uppáhaldini hjá USA, vildi hann ikki svara.
Ístaðin segði talsmaðurin, at Ukraina ferð eftir ferð hevur skotið móti sivilum málum í Russlandi við rakettum, sum eru framleiddar í Týsklandi, Fraklandi, Italia, USA og øðrum londum.
Russland og Norðurkorea hava havt tættari samband, síðan Russland leyp á Ukraina fyri skjótt tveimum árum síðan, men bæði londini sýta fyri, at tey hava gjørt nakra sínámillum hernaðarliga avtalu.
Hetta skrivar norska Dagbladet seinnapartin í dag.











