Russland ger eitt álvarsligt mistak

- Soleiðis sum hóttaninar úr Russlandi hava verið, eru møguleikarnir fyri, at landið fer at brúka kjarnorku í Ukraina, størri í dag, enn teir hava verið, sigur norski forsætisráðharrin.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, ávarar enn einaferð Russland ímóti at brúka taktisk kjarnorkuvápn í Ukraina.

 

Reuters endurgevur forsetan í kvøld fyri at siga, at tað verður eitt velduga stórt mistak av Russlandi, um landið ger álvara av sínari hóttan.

 

Ávaringin hjá Joe Biden kemur sama dag, sum norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, kunnaði stjórnina um møguleikarnar fyri, at Russland fer at brúka kjarnorku.

 

- Vit meta framvegis, at sannlíkindini eru smá, men tey eru ikki null, sum norski forsætisráðharrin málbar seg.

 

Hann legði aftrat, at soleiðis sum hóttaninar úr Russlandi hava verið, eru møguleikarnir størri í dag, enn teir hava verið. 

 

- Vit kunnu tískil ikki avvísa møguleikan fyri, at Russland tekur hetta stig, legði Jonas Gahr Støre aftrat.

 

Sambært Reuters sigur amerikanski forsetin, Joe Biden, í kvøld, at Russland ger eitt stórt mistak, um landið fer at brúka taktisk kjarnorkuvápn í Ukraina.

 

Í kvøld veit Reuters eisini at siga, at Russland hevur kunnað USA um, at landið fer at hava eina sonevnda Grom-venjing.

 

- Grom merkir toran og er navnið á einari kjarnorkuvenjing, sum Russland regluliga hevur, vita útlendskir miðlar at siga í kvøld.