at tey kaldligu viðurskiftini ímillum eystur og vestur hoyra einari farnari tíð til, ávarar ein fyrrverandi finskur verjuovasti grannarnar hjá Russlandi ímóti at halda, at so er alt gott.
Gustav Hagglund, generalur, sum hevur verið formaður í verjunevndini hjá ES, sigur við Aftenposten, at Noreg og hini grannalondini hjá Russlandi mugu altíð vera til reiðar at verja seg, og sjálvur er hann heitur talsmaður fyri einari sterkari finskari verju. Tí eingin veit, hvat kann henda í Russlandi, sigur hann.
Hvussu mong okkara væntaðu, at Sosjetsamveldið skuldi fara í upploysn eftir so stuttari tíð, spyr generalurin.