Russland fer ikki at brúka kjarnorkuvápn í Ukraina

Tað sigur russiski sendimaðurin í Bretlandi, Andrei Kelin.

Russiski sendimaðurin í Bretlandi, Andrei Kelin, sigur, at Russland fer ikki at brúka kjarnorkuvápn í stríðnum í Ukraina.

 

Tað skrivar ríkisriknað russiska tíðindastovan, Ria.

 

Andrei Kelin sigur, at Russland hevur ógvuliga strangar reglur um, hvørjar serligu umstøðurnar eru, tá landið kann brúka kjarnorkuvápn.

 

- Hetta er, um landið verður fyri kjarnorkuálopi - ella um álop verður framt við konventionellum vápnum, soleiðis at tilverugrundarlagið hjá tjóðini er í vanda.

 

Sambært Andrei Kelin kann stríðið í Ukraina ikki flokkast uppí nakað av hesum.

 

Tað var hin 24. februar í fjør, at Russland leyp á Ukraina, og tí er fríggjadagurin komandi ársdagurin fyri russisku innrásini.