Russiski forsetin, Dmitrí Medvedev, heldur, at Russland er ikki nóg tíðarhóskandi. Í einari røðu í tjóðartinginum í gjár segði hann, at tað er neyðugt at broyta og nútímansgera samfelagið, og at tað skal gerast við støði í demokratii og marknaðarbúskapi.
Medvedev segði, at tað russiska vinnulívið er ikki nóg fjølbroytt, og at alt ov nógvar vørur verða fluttar av landinum sum rávørur til virkingar í øðrum londum.
Við einum meiri fjølbroyttum vinnulívi kann Russland fáa støðu sum eitt av teimum týdningarmestu ídnaðarlondunum í heiminum, segði forsetin.