Á myndunum sæst bygging – í einum hestaskógvaskapi - og russiska hernaðarliga reyða, hvíta og bláa stjørnan sæst á takinum.

Russland byggir hernaðarstøð í Mariupol

Ukrainskir myndugleikar meta, at umleið 25.000 sivilfólk lótu lív í Mariupol orsakað av russisku hertøkuni.

Á myndunum sæst bygging – í einum hestaskógvaskapi - og russiska hernaðarliga reyða, hvíta og bláa stjørnan sæst á takinum.

Nýggjar fylgisveinamyndir hjá Maxar Technologies, vísa, at Russland er í holt við at byggja eina hernaðarstøð í hertikna býnum, Mariupol, í Ukraina. 

Tað veit tíðindastovan, BBC, at siga í dag.

Á myndunum sæst bygging – í einum hestaskógvaskapi - og russiska hernaðarliga reyða, hvíta og bláa stjørnan sæst á takinum.

Her stendur eisini sambært BBC at lesa: ”Frá russiska herinum til fólkið í Mariupol”.

Tað var ikki minst í Mariupol, at bardagarnir vóru harðir eftir russisku innrásina hin 24. februar, og meginparturin av býnum er lagdur í oyði.

Ukrainskir myndugleikar meta, at umleið 25.000 sivilfólk lótu lív í býnum orsakað av russisku hertøkuni.