Russland byggir 48 størri fiskiskip

Kystmagasinet.no veit at siga, at heili 23 av hesum skipum eru teknað hjá Skipsteknisk í Ålesund.

 

Fleiri av hesum skipum eru teknað av útlendskum fyritøkum, harav ikki færri enn 23 eru teknað hjá Skipsteknisk í Ålesund. Av hesum 23, er talan um tíggju skip, sum verða bygd hjá Admiral Shipyards og átta, sum verða bygd hjá Vyborg Shipyard.

Skipsteknisk hevur eisini teknað fimm krabbaskip, sum sambært morvesti.ru skulu byggjast hjá Krasnoye Sormovo.

Kystmagasinet.no veit eisini at siga, at Skipskompetanse AS í Måløy hevur teknað tríggjar trolarar, sum verða bygdir hjá Yantar Shipyard, og íslendska fyritøkan Nautic hevur teknað seks trolarar, sum verða bygdir hjá Servernaya Shipyard.

Aftrat hesum, skrivar kystmagasinet.no, hevur Marin Teknikk teknað fýra fiskiskip, sum verða bygd hjá Servernaya Shipyard - og Cramaco í Tromsø hevur eisini teknað fýra trolarar, sum verða bygdir hjá LSZ Pella í St.Petersburg.

##med2##