Í dag hevur ymiskt verið frammi um eina møguliga vápnahvíld í krígnum í Ukraina.
Nú veit Reuters at siga, at Kreml hevur biðið um vápnahvíld, meðan russar halda ortodoks jól.
Sambært Reuters skjóta russar upp, at vápnahvíld verður frá fríggjadegi klokkan 12, 6. januar til og við á midnátt leygarkvøldið, 7. januar.
Kreml skal eisini hava biðið um, at Ukraina lýsir vápnahvíld somu dagar, soleiðis at fólkið fær møguleika at fara í kirkju jólaaftan og 1. jóladag.