Russland ávarar USA ímóti at lata Ukraina vápn

USA hevur higartil latið Ukraina vápn fyri 22 milliardir krónur

Russland hevur í diplomatiskum boðum ávarað USA ímóti at lata Ukraina fleiri vápn, tí tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri altjóða trygd.

 

Tað skrivar Washington Post.

 

USA hevur latið Ukraina nógv vápn, síðan Russland gjørdi innrás í landið. Eitt nú hevur Ukraina fingið tyrlur, granatir, rakettir, kanónir, dronurakettir, eftirlitsútgerð og annað úr USA. Mett verður, at USA hevur latið Ukraina vápn fyri 22 milliardir krónur. Fleiri onnur vesturlendsk lond hava eisini sent vápn til Ukraina.

 

– Vit heita á USA og teirra sameindu um at gevast við ábyrgdarleysu militariseringini av Ukraina, sum hevur við sær ófyrisíggjandi avleiðingar fyri økið og altjóða trygd, stendur í boðunum, sum Washington Post hevur fingið innlit í.

 

Amerikanski forsetin Joe Biden segði í sambandi við seinastu sending av vápnum, sum fór til Ukraina, at støðuga veitingin av vápnum frá USA og sameindu londunum hevur gjørt Ukraina ført fyri at stríðast ímóti russisku innrásini.