Svimjing
Talan er um 30 ára gamla Len Sterlin, sum umframt at hava tikið venjaraútbúgving í Russlandi, eisini hevur verið í USA og nomið sær viðari útbúgving innan ítrótt.
Harumframt hevur hann eisini virka sum venjari í Ný Sælandi í tvey ár, áðrenn hann nú kemur til Føroya, har hann hevur gjørt ein fýra ára sáttmála við HS.
Len Sterlin er giftur 26 ára gomlu Mariu, og eisini hon hevur gjørt sáttmála við Svimjifelagið.
Eins og maðurin er hon útbúgvin innan ítrótt, og sum aktiv hevur hon millum annað vunnið økiskappingina fyri Moskva í útlopi. Hetta er ein táttur, sum lítið og einki hevur verið gjørt við her heima, men hetta ætla tey í HS nú at broyta.
Eisini triathlon
Umframt áðurnevndu førleikar, so er Len Sterlin eisini útbúgvin triatlon-venjari.
Triatholn er nýggj ítróttagrein á komandi oyggjaleikum, og við nýggja venjaranum er nú líkt til, at føroysku íðkararnir hava møguleika fyri enn betri venjing á hesum øki.
Kári Hentze sigur vegna Havnar Svimjifelag, at tey eru fegin um nýggju venjararnar, men leggur afturat, at tað hevur verið alt annað lætt at fingið tey hendan vegin.
Hann vísir á, at størsti trupulleikin í hesum sambandi hevur verið, at felgaið ikki hevur havt nóg góðar venjingarumstøður, men at hetta er ein spurningur, sum arbeitt verður av øllum alvi fyri at loysa.
Sáttmálarnir við Len og Mariu Sterlin eru galdandi í fýra ár.










