Russisku kjarnorkuverkini trygg

Vanlukkan á japanska kjarnorkuverkinum Fukushima fær onga ávirkan á ætlaninar, sum myndugleikarnir hava lagt á orkuøkinum. Tað sigur forsetin, Dmitri Medvedev. Medvedev er á einari orkuráðstevnu í Boao á kinesisku oynni Hainan. Í røðu síni á ráðstevnuni segði hann, at onnur lond eiga sjálvandi at læra av tí, sum er hent í Japan, men at hetta kortini ikki eigur at forða ætlaðum útbyggingum.

Leiðarin fyri russiska kjarnorkustovninum Rosatom segði á ráðstevnuni, at russisku kjarnorkuverkini eru trygg, og at eingin vandi er fyri óhappum.