Russisku flogførini vóru helst ikki í føroyskum loftrúmi

Men tað ber ikki til at siga tað við vissu tí vit hava ongan radara í Føroyum, sigur danski verjumálaráðharrin

Fýra russisk hernaðarflogfør, sum vóru um okkara leiðir tann 2. februar, vóru helst ikki í føroyskum loftrúmi. Tað sigur danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov. Tað gingu søgur um, at tey høvdu verið í føroyskum loftrúmi og tí tók Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, málið upp og spurdi seg fyri hjá danska verjumálaráðharranum.

 

Morten Bødskov sigur, at eftir tí tey vita, hava tey ongar ábendingar um, at tey vóru í føroyskum loftrúmi. Men nú radarmálið er frammi aftur í Føroyum, leggur hann eisini dent á, at tað ber ikki til at fáa nágreiniligar radarmyndir beint við Føroyar. Men hann hevur eisini spurt seg fyri hjá bretska flogvápninum og svarið haðani stuðlar uppundir fatanina av, at russisku flogførini vóru ikki í Føroyskum loftrúmi.