Russisku álopini í Donetsk-regiónini og í næst størsta býi landsins, Kharkiv, sum liggur har eysturi í landinum, halda fram í dag.
Tað veit CNN at siga í kvøld.
- Støðan í regiónini gerst alsamt meira spent, sigur leiðarin fyri hernaðarstøðini í Donetsk, Pavlo Kyrylenko.
Hann vísir á, at loftálopini eru vorðin fleiri og fleiri, men at álopini verða steðgað av ukrainsku herdeildunum.
Sambært CNN sigur guvernørurin í Kharkiv-regiónini, Oleg Syniehubov, at álop eru framd ímóti einum ídnaðarøki í dag.
Hann sigur, at russiskar rakettir eisini hava rakt eitt íbúðarøki í Kharkiv í dag, og her eru 10 fólk deyð og í minsta lagi 35 særd, harímillum trý børn.
- Millum tey deyðu var eisini eitt sjey mánaðar gamalt pinkubarn, sigur guvernørurin.
CNN sigur, at álopið á Kharkiv er ikki váttað av óheftum keldum.
Sagt verður, at eitt álop á býin, Sievjerodonetsk, elvdi skaðar á vatnleiðingsskipanina og oyðilegði eitt matvøruhús.
Síðstu nátt ljóðaðu loftávaringarlúðrar í fleiri regiónum í Ukraina, og russiski herurin skeyt rakettir eftir málum í ymiskum býum.
Tað eru tey, sum halda, at álopini síðstu nátt og í dag eru hevnd fyri, at Russland í gjár misti stóra missilkrússaran, Moskva.
Skipið er sokkið í Svartahavinum, eftir at eldur kom í, og spreingingar vóru umborð, sum elvdu til, at hol kom á skipsskrokkin.
Ukrainar halda upp á, at teir raktu Moskva við tveimum neptun-rakettum, men russar siga, at eldur kyknaði umborð.
Tað eru tó alt fleiri, sum halda, at veruliga orsøkin til spreingingarnar umborð er, at ukrainskar rakettir raktu missilkrússaran.
##med2##