Rói Egholm
Tað hevur verið sagt í longri tíð, at føroyingar ikki eru kappingarførir innan fiskaframleiðslu.
Nú eru vit í tí støðu, at vit hava loyvt russum at taka ímóti føroyskum fiski beinleiðis frá føroysku bátunum. Tað vil siga, at russar arbeiða føroyskan fisk við russiskum lønarlagi við føroyskan bryggjukant.
Hesin fiskur fer beinleiðis til útlond at verða virkaður og kann síðani koma inn aftur á ES-marknaðin í beinleiðis kapping við føroyskar úrdráttir.
Føroyskum framleiðarum vantar ímillum eina hálva og eina krónu fyri hvørt kilo av rávøru fyri at verða kappingarførir og harvið virka bróðurpartin av føroyska upsanum her á landi.
Um vit loyvdu russiskum lønum inn um føroyskan bryggjukant, nevniliga inn á føroysku virkini, so høvdu føroysku virkini spart uml. 1,50 - 2,00 krónur fyri hvørt kilo.
Úrslitið hevði verið, at virkini høvdu fingið neyðuga skiftisavlopið og skipini kundu eisini fingið upp til 1,00 krónu meiri fyri hvørt kilo, ið tey landaðu til føroysk virkir í mun til at landa til russar.
Hetta er ein álvarsstøða fyri Føroyar sum fiskivinnutjóð. Sum er, avreiða vit eina møguliga virðisøking av føroyska tilfeinginum til útlendingar, meðan føroyska verkafjøldin noyðist at finna sær nýggjar vinnuvegir???
Um vit loyva russum/bíligari útlendingum inn á føroysk virkir, so høvdu vit varðveitt virðisøkingina í Føroyum, meðan føroyska verkafjøldin eisini í hesum føri noyðist at finna sær nýggjar vinnuvegir.
Tvinnir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur. Men hava vit politikarar og verkafelagsfólk, sum tora at taka illa umtóktar avgerðir?
Tað eru fleiri ár síðani, at bæði íslendsk og norsk flakavirkir fóru at nýta útlendingar í fiskaframleiðslu á landi, tí at tað gjørdi framleiðslukostnaðin lægri.
Um vit skulu gera okkum vónir um at minka um nøgdina av heilum, óvirkaðum fiski, ið fer av landinum, so mugu vit bøta um kappingarførið hjá føroysku virkjunum. Um tað er eingin ivi.